Klumma: Cigarin, manna­rætt­indi og ­for­­stopp­ils­i

Tað er so herligt at hoyra hvin­ini frá roykjarum, sum halda tað vera í ordan at forpesta til­veruna hjá øðrum.

Hósdagin hoyrdu vit ein ad­vo­kat – ein serfrøðing í mann­arættindum – halda tað ganga privatlívinum ov nær, at hann ikki sleppur at festa sær í ciruttina á advokatskrivstovu síni. Men tað skal valdast, hvat tú heldur ganga privatlívinum ov nær.
Hetta er eitt gott dømi um, at tað altíð eru privat áhuga­mál sum koma í fremstu røð.Ad­vok­at­urin – og serfrøðingurin í mannarættindum – heldur tað vera eina privata søk, at hann ikki sleppur at forpesta ar­beiðsdagin hjá t. d. skrivara sínum...
Tað kann vera, men vit onn­ur, sum hava dugað og hava megnað at leggja heils­u­skað­i­­liga tubbakkið til viks – ella als ongantíð hava fest okkum í, kunnu so bara fegnast um, at landsstýrismaðurin eisini hev­ur lagt tubbakkið til viks, og at hann hevur rygg og vilja til at leggja hetta uppskotið fram.
Eisini formaður Javnaðar­floks­ins á tingi hevur fingið ilt fyri bróstið av hesum. Hann er so passaliga politiskt ó­korrekt­ur, at man ikki kundi væntað ann­að, enn ein eina útsøgn sum »puri­tanskt forstoppilsi«.
Her er tað aftur privatu á­hug­a­málini, sum koma í fremstu røð. Hví hevur hann ikki somu hugsan, tá hann áleggur okkum eyka skatt og avjøld? Hví er tað ikki at ganga privatlívinum ov nær? Ella tá tingmenn tryggja síni ellisár við feitari pensjón, meðan palliba er við sviðusoð?
Tað skal sjálvandi valdast, hvussu vit seta tingini í per­spek­tiv – og hvat endamálið er.
Eg legði av at roykja fyri 19 árum árum síðani. Um eg skuldi keypt tann dagliga sig­a­rett­pakkan síðani, hevði tað – við dags­ins prísum – kostað mær 346.750 kr, og fyri at goldið tað skuldi eg tjent tað dupulta: 693.500 kr. Við vanligari tím­a­løn skuldi eg arbeitt í yvir trý ár – bara fyri at goldið tubb­akkið!
Umframt heilsuskaðan, so kann persónliga frælsið eisini verða dýrt (og tápuliga) keypt...