Simona Weihe
------
Tað var ein dagin fyri kanska 25 árum síðan. Flestir føroyingar høvdu sett seg við døgurðaborðið um útvarpstíð, sum teir plagdu at gera. Døgurðatónleikurin ljóðaði so hugnaliga úr radiotólinum. Við eitt – í staðin fyri vanligu kunngerðirnar um broytingar í siglingini hjá strandfaraskipunum – var eitt øgiligt buldur úr útvarpinum: buggili bugg (okkurt sovorðið) og so rópti ein rødd á okkum úr lurtinum um at spara streym. Føroyingarnir, sum sótu í tøgn við døgurðaborðið, stukku upp úr stólunum og vóru um at seta í hálsin. Vinningurin skuldi vera lægri streymkostnaður. Vanligi føroyingur hevði helst áðrenn hesa kampanju funnið út av at sløkkja eftir sær og spara, har sparast kundi. Men veit ikki hvat hendi, fólk funnu nýggjar mátar at spara og tað so nógv, at úrslitið var, at SEV mundi farið á húsagang, og streymkostnaður reyk upp!
Hetta haldi eg var byrjanin til ymsar áheitanir á fólk: Apríl apríl var tað okkurt sum æt. Og rokni við, at tað man rigga sum tað skal, tá eg hugsi um, hvussu »væl« kampanjan hjá SEV eydnaðist.
Tíðin gekk, og so við og við komu lýsingar á skíggjan. Tað byrjaði í smáum. Eitt sindur í senn. Tú vandist við lýsingarnar. Nú eru veðurtíðindini stuðlað av einari fyritøku og sersendingar av øðrum. Einaferð hevði enntá sáldið í matgerðarsending sín egna stuðul.
Seinasta nýggja er at útvarpssendingar verða fíggjaðar av øllum møguligum fyritøkum. Enn ljóðar tað keðiligt í mínum oyrum at hoyra hetta kunngjørt fyri og eftir sendingarnar. Men eg man fara at venja meg við tað eisini.
Men eigi ella skal eg venja meg við hetta?
Meðan karmarnir broytast, arbeiða miðlafólk, sum onki er hent. Og broytingarnar eru stórar. Men tíðin gongur, og skjótt eru broytingarnar ikki nýggjar meira.
Hjá Posta kann eg frábiðja mær lýsingabløð. Men kringvarpslýsingum sleppi eg ikki undan, tí eg lurti altíð eftir tíðindunum og ofta eftir øðrum sendingum. Og tá eg eftir jarðarferð kaldan várdag hoyri fólk tosa um, at á Smyril Line taka tey telefonina til kl. 9 í kvøld, so hevur lýsingin í Kvf kl. 12.20 um summar og sól riggað, sum hon skuldi. Akkurát sum hjá SEV á sinni.
Kundi ikki onkur serfrøðingur greitt frá, um hetta er OK? Og fortelja, um hetta sampakkar við public service? Ella um hugtakið yvirhøvur er sambæriligt við kravt gjald fyri at tryggja óheftni? Er hetta kanska at pynta seg við læntum fjaðrum og misbrúka hugtakið, tí politikararnir hava uppfunnið nýggja kringvarpskonstruktión?
Onkur hissini mótmæli koma frá blaðstjórum, men tá er spurningurin hvørjum teir tosa fyri og hvussu óheftir teir eru. Tað kanst tú ikki rættiliga brúka til nakað sum helst.
Møguliga eru hetta óneyðugir spurningar í oyrunum á tíðindafólkum, men tað ger teir ikki minni viðkomandi fyri meg sum lurtara og hyggjara.
Minnist enn, hvussu troyttandi lýsingarnar frá SEV fyri einum 25 árum síðan vóru. Í dag hevði ræsti fiskurin neyvan farið rangt hjá nøkrum av slíkari kunngerð. Tað skal so nógv meira til. Soleiðis verður alt gerandis til síðst.