Klumma
Inna Tørnroos
Tokan kostaði 2.900 kr
Eg eri oftani óheppin, tá eg ferðist! Kanska vildi onkur sagt, at tað er tí, at eg ferðist nógv, og tá er man onkuntíð óheppin! Men eg standi fast við, at eg eri óhepnari enn tey flestu.
Seinastu árini eri eg strandað í Grikkalandi, tá eitt flogfelag fór á heysin, endað mitt í eini kollvelting í Egyptalandi, 2 ára gamli sonurin fekk lungnabruna á Kanariuoyggjunum, og nøkur ár seinni fekk sami sonur blóðeitran í Teilandi ...
Nú hendi tað aftur - toka í Vágum, tá vit skuldu avstað. Mín sannføring um, at 2 tímar og 45 minuttir í Kastrup átti at verið nóg mikið av tíð til at náa flogfarið til Stockholm, var skeiv.
Ferðaseðilin, sum eg hevði bílagt á netinum, vísti seg at ikki kunna broytast og einasta, fólkini á flogvøllinum høvdu at siga var: "Veðurlagið í Føroyum hevur staðið nógvum dýrt..." og bóðu meg ringja til SAS at keypa nýggjan ferðaseðil.
Um eg hevði keypt sama ferðaseðil gjøgnum Atlantic Airways, hevði tað ikki verið nakar trupulleiki at broytt fráferðartíðina í Keypmannahavn tríggjar tímar. Logiskt? Nei!
So 2.900 krónur seinni lendu vit í Stockholm og tryggingarfeløgini heilsa sum vanligt, at tey ikki dekka peningin!
Av øllum teimum ferðum eg havi verði óheppin, er tað bert einaferð hent, at eg havi fingið peningin aftur frá tryggingarfelagnum - tað var tá ein kvinna í reinum panikki hevði slitið hurðina upp á einum flogfarið, sum var ávegis út á breytina. Flogfarið kundi ikki flúgva, og tað tók 12 tímar at fáa nýggja hurð. Tá fingu vit pening fyri teir 12 tímarnar, vit vórðu seinkað.
Hinum ævintýrunum - í Grikkalandi, Egyptalandi, Kanariuoyggjunum og Teilandi - eru vit komin frá eitt sindur fátækari frá, men tó við lív og heilsu.
Havi nú sett mær fyri at kanna mínar tryggingar betri, áðrenn eg aftur fari út at ferðast.
Tí heilt erligt veit eg ongantíð, hvat eg komi út fyri næstu ferð!









