Patrick Kluivert hevur ongantíð av álvara sligið til í núverandi felag hansara, PSV Eindhoven. Hetta hevur fingið felagið at upploysa sáttmála hansara, og hann skal tískil finna sær nýtt felag. Sjálvur sigur hann, at hann bara vil til eitt felag. Felagið, har alt byrjaði: Ajax Amsterdam.
Kluivert sigur seg vera kláran yvir, at hann ikki er nakar unglingur longur. Hetta metir hann tó ikki vera nakran trupulleika.
- Míni knø eru ikki sum tá ið eg var 18 ára gamal, men eg føli meg sum ein fisk í vatninum, tá ið eg komi út á vøllin, sigur framherjin við hollendska Die Pers.
30 ára gamli Patrick Kluivert, sum fyrr hevur leikt við AC Milan, Barcelona, Newcastle og Valencia, skeyt í síni tíð sum hollendskur landsliðsleikari heili 40 mál í 79 dystum.










