Carolina Kluft telist millum fremstu ítróttarfólkini í Svøríki, og hon vann aftur gull til eitt HM um vikuskiftið. Hon var í flokki fyri seg í sjeydystinum, har kappast verður í sjey ymiskum ítróttargreinum innan frælsa ítróttin. Kluft vann við greiðum muni til næstu luttakararnar, og hon setti eisini nýtt europeiskt met. Heimsmetið eigur Jackie Joyner-Kersee framvegis.