Klubbin letur uppaftur

Um mánaðarskifti letur klubbin á Tvøroyri upp sum alment dansistað

Umleið eitt ár er liðið, síðan Tvøroyrar Klubbi læt aftur, men gongur sum væntað, letur klubbin upp aftur um mánaðarskiftið.
- Nú er bara eftir at fáa dansi- og skeinkiloyvi, sigur Jóhan Petur Olgarsson, sum nú eigur klubban.
Seinastu nógvu árini eru ongar ábøtur gjørdar á húsið, men tað er gjørt nú. Niðasta hæddin er øll gjørd av nýggjum, og ymist er skift út samsvarandi krøvunum frá myndugleikunum. Elligamli klubbin var fullkomiliga niðurslitin.
Klubbin verður eins og áður vertshús, men munurin verður, at nú verða eingir limir. Øll yvir 18 ár fara at hava atgongd.
- Klubbatíðin er farin, ásannar Jóhan Petur Olgarsson.
Ætlan hansara er at hava almennan dans um vikuskiftini, og fótbóltur fer at verða vístur á stórskíggja.
Hóast undanfarnu eigarar ikki fingu klubban at bera til, hevur Jóhan Petur Olgarsson góðar vónir. Hann hevur sínar royndir sum formaður í húsanevndini duravørður og barrvørður í TB-húsinum.
- Tað eigur at bera til, sigur hann.
Navnið verður Klubbin, tí sum Jóhan Petur Olgarsson sigur, so hvat navn hann hevði givið húsinum, fara fólk ongantíð at nevna tað annað enn Klubbin.