Myndugleikarnir í Brasil hava ákært fýra menn fyri dráp og drápsroynd í sambandi við eldin í einum náttklubba í býnum Santa Maria í januar. Minst 235 fólk doyðu í eldinum.
Løgreglan hevur sagt, at umleið 2.000 fólk vóru inni í klubbanum tá eldur kom í, og tað er nógv meiri, enn eigararnir høvdu fingið loyvi til.
Teir báðir menninir, sum áttu náttklubban, er nú ákærdir saman við sangaranum í bólkinum, sum spældi tað kvøldið. Ein pallstjóri er eisini ákærdur. Teir fýra eru ákærdir fyri at hava brúkt fýrverk inni í klubbanum, og sambært løgregluni kyknaði eldurin av fýrverkinum.