Klovnur, tónleikur og matur í SMS

Vágbingar bjóða leygardagin tónleik, undirhald og mat í høvuðsstaðnum.

Vágbingar standa fyri, tá tónleikur, klovn og mattombola verður á torginum í SMS leygardagin.

 

Klokkan 11 fer klovnurin Bubu at undirhalda.

Klokkan 12 fara Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen á pall at syngja og spæla góðan tónleik.

Klokkan 13 kemur Hans Jacob Hjelm á pall við sínum svingandi tónum.

 

Umframt hetta, so er mattombola á skránni, har møguleiki er at vinna døgurðamat.

 

Tað er ungdómsdeildin hjá VB, sum skipar fyri.  Tað mesta av einum ári hevur verið skipað fyri tiltøkum, og hetta er stóri endabresturin. Orsøkin er, at øll ungdómsdeildin hjá VB komandi summar fer at luttaka á stevnu uttanlands.