Hósdagin fær SMS vitjan av danska klovninum »Ninu«. Hon fer at ganga runt í SMS frá kl. 15.00 til 18.00 og gera ballónskapilsir til børnini. Nina sigur, at hon dugir annað enn at gera ballónskapilsir.
? Eg dugi eisini at ganda, og tað kann verða, at eg fari at vísa børnunum og teimum vaksnu okkurt gandakynstur hósdagin, sigur Nina.
? Um nógv børn koma í SMS hósdagin, taki eg heilt víst gandakuffertið við, leggur hon afturat.
Tí vónar SMS at mong børn og vaksin støkka inn á gólvið hósdagin, soleiðis at Nina eisini sleppur at vísa nøkur gandakynstur.