Leygardagin fara teir báðir klovnarnir Bobo og Fjotti at undirhalda í Klaksvík. Teir fara á pallin í Lognbrá leygardagin kl. 17.00, og tá fáa børnini ivaleyst okkurt at flenna eftir.
Bilstevna er í KÍ-høllini um vikuskiftið, og tað er í hesum sambandi, at klovnarnir fara at spæla klovn í Lognbrá.
Atgongumerkini, sum kosta 40 krónur, kunu eisini brúkast til sjálva bilstevnuna, og tí kunnu foreldur lata børnini fara til klovnarnar, meðan tey sjálvi kunnu fara hyggja eftir bilum.