Klovnar finnast altíð

Um tað var í gleðisrúsi um at Andreas Lava varð skiftur inn, ella um orsøkin var ein onnur, er ilt at siga. Men undir øllum umstøðum finnast ofta klovnar av ymsum slag til landsdystir. Hesin kendi sær trongd at renna inn á vøllin við sínum boðskapi, og tað er nokk ikki heilt óhugsandi, at hann fær eina bót sendandi frá FSF fyri hendingina.