?Klovn: The Movie? var frumframsýndur í desember. Danski skemtifilmurin hevur longu sett sína fyrsta met. Filmurin, sum Frank Hvam og Casper Christensen hava staðið á odda fyri, er mest sæddi danski filmurin í biografunum seinastu 10 árini. 681.219 fólk hava sæð filmin, tá tað var talt upp fyrr í dag, sambært BT.
?Klovn: The Movie? hóttir hinvegin ikki metið sum mest sæddi danski filmurin nakrantíð. Tann heiðurin hevur ?Olsen Banden ser rødt? frá 1976. Heili 1,201.281 fólk sóu tann filmin í biografunum.