Klose missir milliónir av landsliðnum

Álopsspælarin Miroslav Klose missir eina stóra peningaupphædd av at spæla við týska landsliðnum í fótbólti. Orsøkin er, at Klose ikki sleppir at spæla í Nike-gaggum, sum ætlanin var. Nike ætlaði at brúka Klose í eini lýsingaherferð undir HM, og hana skuldi hann fáa einar 15 milliónir krónur fyri. Men týska fótbóltssambandið hevur sum tað einasta gjørt eina serliga avtalu um gaggur, sum hava við sær, at allir teir týsku landsliðsspælararnir skulu spæla í Adidas-gaggum undir HM.