Klose gjørdi bart

Miroslav Klose var stóra hetjan, tá ið Bayern um vikuskiftið vann tættan dyst ímóti Dortmund. Teir úr Dortmund løgdu seg á odda, men Bayern fekk javnað. Í seinna hálvleiki legði Bayern trýst, men ikki fyrr enn móti endanum av dystinum bragdaði. Tvær ferðir var Miroslav Klose á rætta staðnum, og so vann Bayern 3-1. Harvið klatraði Bayern upp á annað plássið í Bundesliguni.