Klose gevst á landsliðnum

Miroslav Klose hevur valt at takka fyri seg á týska landsliðnum og steðgar harvið á tindinum.

Miroslav Klose takkar fyri seg á týska landsliðnum. 36 ára gamli áleyparin, sum spælir við italska Lazio, spældi harvið sínar seinastu landsdystir í HM-endaspælinum í Brasil, har hann var við til at vinna Týsklandi HM-gull og setti sjálvur heimsmet við at røkka tilsamans 16 málum í HM-endaspølunum.


- Tá ið vit vunnu HM í Brasilia, var tað ein barnadreymur, sum gekk út. Eg eri errin og fegin um, at eg havi verið við til at geva týska fótbóltinum ein so stóran sigur. Eg havi havt eina serliga og góða tíð á landsliðnum við nógvum ógloymandi minnum. Fyri mítt viðkomandi finst ikki ein betri løta at steðga við landsliðsfótbólti, sigur Miroslav Klose við heimasíðuna hjá týska fótbóltssambandinum.


Miroslav Klose hevur spælt 137 dystir fyri týska landsliðið og skotið 71 mál. Bara Lothar Matthäus hevur spælt fleiri landsdystir (150), men hvat málskjóting viðvíkur stóð eingin Miroslav Klose kurl.