Klorið drap sílini

Eitt óhapp í svimjihøllini í íslendsku bygdini Hveragerði fyri nøkrum døgum síðani hevur fingið stórar umhvørvisligar avleiðingar. Óhappið hevði við sær, at 800 litrar av klori runnu út í ánna Varmá, og síðani hava fólk funnið fleiri hundrað deyð síl bæði ovarlaga og niðarlaga í ánni. Fiskifrøðingurin Magnús Jóhannsson sigur við blaðið Vísir, at tað fara at ganga millum fimm og tíggju ár, áðrenn alt klorið er farið úr umhvørvinum.