Klopp stuðlar Rooney

Liverpool-venjarin verjir Wayne Rooney, sum drakk nakað illa leygarkvøldið.

Wayne Rooney fær nú óvæntaðan stuðul eftir at hann sunnumorgunin varð avmyndaður dýrandi fullur á einum hotelli, har hann var í brúdleypi. Myndirnar vórðu prentaðar á forsíðuni í The Sun.


Les eisini: Mourinho í øðini


Manchester United-áleyparin hevur alment biðið um umbering, men nú verður hann vardur av sjálvasta venjaranum hjá Liverpool, Jürgen Klopp.


- Eg føli við spælarunum. Vit eru allir á tí sólríku síðuni av lívinum, vit tjena nógvar pengar og gera tað vit elska, og tá ið saman um kemur eru vit bara menniskju, sigur hann við Sky Sports.


- Inn ímillum verða vit bjóðaðir út til eitt nú brúdleyp og føðingardagar. Vit kunnu vera professionellir og siga “nei, eg drekki ikki”, og um tú roykir, so “vinarliga lat 20 metrar vera ímillum meg og teg”. Men soleiðis er lívið ikki, heldur Klopp.


- Hetta ættarliðið av fótbóltsspælarum er tað besta, vit nakrantíð hava havt. Allar legendurnar, vit enn elska, drukku sum djevlar og royktu sum svakir, men vóru framvegis góðir spælarar. Eingin ger tað longur, sigur Liverpool-venjarin við sjónvarpsstøðina.