Klopp skrivaði samhugabræv til einkju

Ian Midgley doyði á veg til Anfield at siggja Leicester. Jürgen Klopp hevur nú skrivað til einkjuna

2. jóladag í fjør var 54 ára gamli Ian Midgley og konan Denise á veg til Anfield leikvøllin í Liverpool, har Ian Midgley ætlaði at síggja yndislið sítt, Leicester City spæla ímóti Liverpool. Á veg til leikvøllin small Ian Midgley um og doyði av einum hjartatilburði.

 

Tríggjar dagar aftaná syrgiligu hendingina fór einkjan, Denise við einum Leicester City turriklæði, og hongdi hon turriklæðið á Hillsborough minnismerkið uttanfyri Anfield leikvøllin fyri at minnast og æra mann sín Ian Midgley. 

 

Hetta hevur rørt hjartað hjá Jürgen Klopp, høvuðsvenjara hjá Liverpool, og sambært bretska blaðnum "Telegraph" hevur Klopp skrivað eitt samhugabræv til einkjuna hjá Ian Midgley.

 

Í brævinum skrivar Jürgen Klopp m.a. : - Tað harmar meg at skula skriva til tín undir slíkum syrgiligum umstøðum. Eg havi hoyrt um mann tín, Ian, sum doyði tá hann vitjaði Liverpool á jólum fyri at síggja lið sítt spæla. Í Liverpool FC eru fjeppararnir ein partur av okkara stóru familju, og vit hava fingið at vita, at Ian var ein ógvuliga íðin Leicester-fjeppari, og hevur Leicester soleiðis mist ein trúgvan fjeppara. Vegna Liverpool FC, leiðsluna, spælararnir og starvsfólk okkara ynski eg at vísa okkara djúpastu samkenslu við tí stóra missið tú hevur havt av manni tínum Ian. Einki av tí vit siga kann kompensera fyri tað tú hevur mist. Men eg vil, at tú skalt vita, at tankar okkara eru við tær og familju tínari, skrivar Klopp í vakra samhugabrævinum.