Klopp og van Gaal somu hagtøl

Eftir 82 dystir hava Jürgen Klopp og Louis van Gaal vunnið eins nógvar dystir

Liverpool hevði eina sera góða fyrru hálvu í Premier League, men eftir nýggjár hevur gongdin hjá teimum reyðu verið sera keðilig. Liverpool byrjaði nýggja árið við at vera á øðrum plássi, men er nú dottið niður á eitt fjórða pláss, 10 stig aftanfyri oddaliðið Chelsea. Eisini tapti felagið í vikuni heimadyst ímóti Southampton í hálvfinaluni EFL Cup, sum merkir, at Liverpool ikki verður at síggja í finaluni í hesi kapping.

 

Einasti dysturin, ið Liverpool hevur vunnið av teimum sjey seinastu, var ímóti Plymouth Argyle í FA Cup. Hetta hevur elvt til atfinningar mótvegis annars væl umtókta venjaranum hjá Liverpool, Jürgen Klopp. Nú vísir tað seg, at týski venjarin hjá Liverpool ikki hevur staðið seg betur enn ein fyrrverandi venjari hjá Manchester United, ið eisini fekk nógvar ábreiðslur.

 

Louis van Gaal var venjari hjá Manchester United frá 2014-2016, og í hesari tíðini fekk niðurlendski venjarin nógv ring ummæli orsakað av ov ringum úrslitum og ikki nøktandi spæli. Í fyrstu 82 dystum sínum vann van Gaal helvtina av sínum fyrstu 82 dystum, 41, og nú Klopp hevur staðið á odda fyri Liverpool í 82 dystum hevur hann eisini vunnið eins nógvar - 41.

 

Einasti munurin í fyrstu 82 dystunum hjá hesum venjarum er, at Klopp hevur fingið tveir fleiri javnleikir enn van Gaal. Liverpool-venjarin hevur megnað 24 javnleikir og tapt 17 dystir, meðan fyrrverandi venjarin hjá United ognaði sær 22 javnleikir og tapti 19 av sínum fyrstu 82 dystum.

 

So er spurningurin, um Louis van Gaal fekk órættvísa umrøðu í sínari tíð sum venjari hjá Manchester United, ella um umrøðan av Jürgen Klopp sum venjara hjá Liverpool hevur verið betri, enn hon átti at verið.