Venjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp var dansandi óður, tá dysturin millum Liverpool og West Bromwich var liðugur. Ein dystur, sum endaði við javnleiki 2-2, har Divock Origi við einum avrættaðum bólti í tí seinastu løtuni av dystinum bjargaði Liverpool javnleik 2-2.
Aftaná dystin noktaði Jürgen Klopp at taka í hondina á Tony Pulis, sum er høvuðsvenjari hjá West Bromwich Albion. Jürgen Klopp grundgav hesa avgerðina við, at talan var um ein alt annað enn vinarligan dyst.
Skaðin, sum ein takkling hjá Craig Gardner hjá WBA hjá førdi til hjá Dejan Lovren hjá Liverpool fekk Jürgen Klopp og Tony Pulis at táttast um hetta við síðulinjuna.
Skaðin gjørdi, at Dejan Lovren mátti av Anfield á høkjum. Tá Liverpool javnaði til 2-2 hoppaði og dansaði Jürgen Klopp frammanfyri útskiftingarplássinum hjá WBA, og tá dysturin var lokin sýtti hann at taka í hondina á nøkrum umboði fyri WBA.
Jürgen Klopp bedýrar, at hann plagar aloftast at takka venjaranum hjá mótstøðuliðnum fyri dystin, men tann óvinarligi dysturin hann upplivdi á Anfield í dag ímóti WBA fekk hann óðan. Jürgen Klopp heldur, at WBA gjøgnum allan dystin spældi á markinum, og tað fekk øði í hann.