Klopp hevur takið á Guardiola

Sum venjari hevur Jürgen Klopp bara tapt fimm dystir av 14 møguligum ímóti Pep Guardiola

Í kvøld verður tað sum fleiri nevna ársins dystur í Premier League.

 

Klokkan 20 í kvøld spæla Manchester City og Liverpool á Etihad leikvøllinum í Manchester. Liverpool er oddalið við 54 stigum, og Manchester City er nummar trý við 47 stigum. Tapir City dystin verða 10 stig upp til Liverpool, og tá verður sera torført hjá City at endurvinna meistaraheitið.

 

Høvuðsvenjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp hevur hagtalsliga gott tak á høvuðsvenjaranum hjá Manchester City, Pep Guardiola um hugt verður eftir hagtølunum. Pep Guardiola hevur annars jalig hagtøl ímóti øðrum toppvenjarum í Evropa.

 

Sum høvuðsvenjari hjá Dortmund og Liverpool hevur Jürgen Klopp vunnið sjey ferðir á Pep Guardiola. Tvær ferðir er tað endað við javnleiki. Pep Guardiola hevur sum høvuðsvenjari hjá Bayern München og Manchester City bara vunnið fimm ferðir á Jürgen Klopp.

 

Seinastu fimm dystirnar í Premier League hevur Manchester City bara fingið seks stig meðan Liverpool hevur fingið 15 stig av 15 møguligum seinastu fimm dystirnar. Tí er veruligt trýst á Pep Guardiola og á spælarunum hjá City at vinna heimadystin ímóti Liverpool í kvøld.