TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr samrøðu, sum var gjørd við høvuðsvenjaran hjá Liverpool, Jürgen Klopp aftaná lið hansara bert hevði megnað javnleik 2-2 ímóti Exeter úr fjórðbestu deildini í dysti í FA Cup kappingini á útivølli í gjárakvøldið.
Klopp var ikki so lítið speiskur um vánaliga vøllin hjá Exeter, og hann kom eisini við einum hjartasuffi um serliga "Replay" leistin, sum onglendingar brúka til sína steypakapping. Ein skipan, sum noyðir Liverpool at spæla ein dyst aftrat ímóti Exeter. Nakað, sum kemur illa við hjá Klopp, sum hevur hendurnar fullar við tættari leikskrá, og einum hópi, sum dragist við skaðar.
Tað er rásin Beanymans Sport, sum hevur lagt hesa serligu samrøðuna út á YouTube.