Í hesum døgum verður hátíðarhildið at ur-smúkku- og gávuhandilin Klokkan í SMS fyllir 20 ár. Tað var Hans Korsgaard sum stovnaði Klokkuna í 1987, tá hann læt handilin upp í Dr. Jakobsensgøtu.
Sum úlærdur ursmiður fór Hans, sum kemur frá Ålborg-leiðini, til Sveis at læra meira um ur hjá Candino urverksmiðjuni. Síðan kom hann til Føroya at arbeiða sum ursmiður í sambandi við at »Ursølan« hjá Arnold Berg læt upp handil í SMS, tá annað byggistig av handilsmiðstøðini gjørdist veruleiki. Hetta var í oktober 1982.
Eftir at hava hildið til í Dr. Jacobsensgøtu síðan 1987 flutti klokkan sum sjálvstøðugur handil í SMS í 1990. Í 1997 var handilin lagdur saman við tveimum øðrum handlum, sum fingu navnið 3-arin. Nú eitur handilin aftur Klokkan.
Í sambandi við 20 ára føðingardagin hevur Klokkan nøkur góð tilboð og eina brúðarframsýning á Torginum í SMS við trúlovilsisringum og øðrum. Eisini verður gamli Fordurin hjá Hans við á framsýningini. Hans er nevndarlimur í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør og eigur einum flottan svartan Ford A frá 1930.
mg