Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Katrin Kallsberg, løgtingskvinna hevur spurt hann, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at hava summartíð í Føroyum, har klokkan skal flyttast ein tíma fram um várið og ein tíma aftur um heystið
Vit hava havt summartíð í Føroyum síðani í 1981, og tað eru ongar ætlanir um at broyta tað. Upprunaliga varð summartíð sett í gildi í Evropa fyri at spara orku, men Fyri Føroyar var ein avleiðing av tí, at so høvdu skristovur í Evropa og í Føroyum bara opið tríggjar, til 3,5 tíma ísenn um dagin og tað var ein orsøk til at vit eisini fingu summartíð, so at tað varð lættari at samskifta við umheimin.
Tað eru annars ikki nógvir vansar við at hava summartíð í Føroyum, tí tað er ljóst so leingi kortini, og tað hevur at kalla onga ávirkan á orkunýtsluna heldur. Og løgmaður sigur, at so leingi hini londini í Evropa hava summartíð, er tað ynskiligt at eisini vit hava tað.









