Farið verður nú undir fyrsta stig at gera kloakknetið í Nólsoy tíðarhóskandi. Hetta er ein ætlan, sum fevnir um fíggjarárini 2007 og 2008.
Av tí at verandi leiðingar í bygdini ikki finnast í talgildum formi, men bert í skitsum, eru upplýsingarnar um leiðingarnar ivasamar.
Tórshavnar Kommuna sigur, at teir hava gjørt eina avtalu við IRF um at tøma rottangarnar í kommununi, og harvið eisini í Nólsoy. Í hesum sáttmálanum skal upplýsast, hvørjir tangar talan er um, og hvussu hesir eru plaseraðir í mun til veganetið.
Í hesum sambandi hevur Tórshavnar Kommuna heitt á eina fyritøku um at máta allar rottangar í kommununi, og leggja teir inn á eitt talgilt kort.
Við at leggja uppmáldu rottangarnar í Nólsoy saman við skitsuni av leiðingunum, fæst eitt betri yvirlit av leiðingunum í bygdini, vísir kommunan á.
Ætlanirnar fyri 2007 eru annars at leggja allar leiðingar, sum í dag verða leiddar í havnalagið, í eitt pumpuhús, sum síðani skal pumpa kloakkirnar norður um Kirkjutanga og út á streymasjógv.
Í 2008 skal so restin av bygdini kloakerast av nýggjum, og millum annað skulu reinsibrunnar setast á leiðingarnar fyri hvørjar 40 metrar.
Tríkvart millión
Fyri góðum ári síðani var so farið undir at gera verkætlan, og ein ráðgevi, Pb Consult, fór í gongd við at gera endaligt projekt.
Grøvir skulu gravast til kloakkirnar, og Føroya Tele boðaði frá, at teir vóru áðugaðir at verða við í grevstrinum, tí teir ætla at leggja nýggjan fipurkaðal til alla bygdina.
Talan er eisini um eina fjarhitaskipan, sum skal gerast har úti, og tí er ætlanin, at hava hetta í huga. Tað merkir so samstundis, at arbeiðið væntandi fer at taka longri tíð. Tó skal fjarhitin ætlandi ikki leggjast í somu grøv, men hinvegin er ætlanin at gera arbeiðið á ein slíkan hátt, at tað slepst undan alt ovn ógvum eykaarbeiði, tá fjarhitaleiðningurin skal leggjast seinni.
Mælt var til, at arbeiðið varð boðið út í einum, tó so, at arbeiðstøkan verður deild upp í tvey stig, ovari og niðari partur av bygdini.
Tekniska nevnd hevur síðani mælt til, at játta 750.000 krónur at fíggja kloakkeringina.
Og hóskvøldið samtykti býráðið so at játta hendan pening, so arbeiðið kann bjóðast út.