Tað eru eftirhondini fleiri ár síðani, at Umhvørvisstovan gjørdi eitt uppskot til kunngerð um kloakkskipan hjá kommununum, sum í stuttum gongur út upp á, at allar kloakkir skulu reinsast og síðani førast út á streymasjógv.
Hetta uppskotið hevur síðani ligið í onkrari skuffu úti í Tinganesi, men nú hevur nýggja landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, leitað uppskotið fram og ætlar at seta tað í gildi.
- Kunngerðin er á trappuni. Hon er í løtuni til løgfrøðiliga eftirkanning fyri at vita, um alt er juridiskt í lagi, og tá tað arbeiðið er gjørt, miði eg ímóti at fáa kunngerðina lagda fyri landsstýrisfund sum skjótast, so hon kann verða sett í gildi, sigur Annika Olsen.
Fleiri kommunur hava kortini arbeitt eftir tí leisti, at kunngerðin longu var sett í gildi, og tað fegnast landsstýriskvinan um. Serliga Tórshavnar kommuna, har Annika Olsen sjálv var býráðslimur fram til løgtingsvalið í januar, hevur gingið á odda í hesum arbeiði.
Broytt gildiskoma
- Tað er at fegnast um, at kommunurnar taka hetta málið í álvara, men veruleikin er, at kunngerðin ikki enn er sett í gildi. Vitandi um, at tað ikki eru allar kommunur, sum eru komnar líka langt á økinum, og tí ivist eg í, um tað er rímiligt við einum so stuttum skotbrái sum 1. januar 2010, sigur Annika Olsen.
So sjálvt um hon ætlar sær at skunda undir at fáa uppskotið lagt fyri landsstýrisfund og harvið fáa heimild at seta kunngerðina í verk, ætlar hon sær tó at broyta gildiskomuna í kunngerðini.
- Eg haldi ikki at tað er rímiligt, at kommunurnar fáa so stutta tíð at fáa hesi viðurskifti í lag, so eg kundi hugsa mær, at gildiskoman í kunngerðini varð sett til 1. januar 2011 í staðin fyri, sigur Annika Olssen.
Tað er sostatt alt sum bendir á, at hendan kunngerðin, sum nógvar kommunur longu nú arbeiða eftir, langt um leingi verður sett í gildi.










