Rørið verður lagt 150 metrar út á víkina.
Arbeiðið at dagføra reinsiverki niðri á Gil í Borðoyarvík byrjaði fyri einum mána síðani. Hetta er partur av arbeiðinum at dagføra kloakkviðurskiftini í Gerðum, á Geilini og á Kráargøtu. Nú hesar leiðingar verða umvældar, verður nýtt reinsiverk grivið niður við Gil á Borðoyarvík.
Klaksvíkar kommuna skrivar, at arbeiðið er komið væl áleiðis, og tað er gleðiligt, tí gamla reinsiverkið og opna rørið í fjørðuni, er nakað, ið borgarar hava ilskast á í nógv ár.