Mánadagin fóru kommunumenninir undir fyrsta partin av stóra kloakkarbeiðnum, sum nú verður gjørt í Havnini. Ætlanin er at leggja eina nýggja høvuðskloakk frá lokinum yvir Havnará eftir Steinatúni og J. Paturssonargøtu, heilt út á Frælsið
Ferðslan darvað
Seint mánakvøldið varð Steinatún stongt fyri allari ferðslu, meðan ein stór maskina gróv eitt petti av aðrari vegbreytini upp.
Kommunan sigur, at orsøkin til, at vegurin varð stongdur, er hon, at har er ein vatnleidningur, ið má ansast eftir sum reyðagull.
Týsmorgunin frá 07-09 var gjøgnumkoyring aftur loyvd, men koyrandi var bert eftir aðrari breytini, og trafikkpropparnir merktust langt út um miðbýin, tí ferðslan gekk so mikið seint.
Arbeiðið, at leggja nýggja kloakk, er sera umfatandi og tað gerst ikki uttan at ferðslan verður darvað og miðbýarlívið órógvað. Men fyri ikki at órógva ov nógv, hevur kommunan valt at býta hetta arbeiðsstigið upp í fleiri partar. Fyrsti parturin av hesum arbeiði, sum nú er byrjað, er frá lokinum yvir Havnará til Tróndargøtu, og tað er mett at taka uml. 8 vikur. So í 8 vikur mugu bilførarar, sum hava skund, velja eina aðra leið enn Steinatún. Hetta tíðarskeiðið verður nevniliga bert koyrandi frá Bøkjarabrekku til Jóannesar Paturssonargøtu, bilar, ið koma hinvegin, mugu koyra oman eftir Tórsgøtu.
Hetta tíðarskeiðið verður bert loyvt býarbussunum og persónbilum at koyra ígjøgnum Steinatún.
Fyri at fáa arbeiðið at ganga so skjótt sum gjørligt, og at tryggja arbeiðsfólkinum á staðnum, hevur kommunan somuleiðis avgjørt at banna tungari ferðslu í J. Paturssonargøtu, Steinatúni og Bøkjarabrekku á strekkinum millum Dalavegin og R.C.Effersøesgøtu. Bygaleiðir og bilar yvir 3,5 tons mugu sostatt finna aðrar farleiðir
Umleggja kloakkina
Orsøkin til stóra og umfatandi vegarbeiðið er, at kloakkirnar í býnum mugu umleggjast.
? Tær stinkandi kloakkleivdirnar fram við bátabrúgvunum í Vágsbotni, Lítluvík og úti í Rættará er ikki nakað, sum vit kunnu liva við longur. Sum landsins størsta kommuna hevur Tórshavnar kommuna serliga ábyrgd at ganga undan á umhvørvisøkinum, sigur kommunan í tíðindaskrivi.
Vágirnar í býnum hava leingi trongt harðliga til eina reinsandi hond. Kloakkvatnið, sum leingi hevur runnið beint út ímillum bátarnar, hevur fingið fólk ? og serliga ferðafólk, at ógvast. Men nú verður endiliga nakað gjørt við trupulleikan.
Fyrsta stigið varð tikið í fjør, tá farið var undir kloakkarbeiðið í Vágsbotni og í Mylnugøtu. Og nú er kommunan so farin undir annað stigið, sum verður tikið í smáum bitum.
? Tá alt arbeiðið er liðugt hava vit eina nýggja kloakk úr Bøkjarabrekku og út á Frælsi, sum so allar kloakkir omanfyri Jóannesar Paturssonargøtu verða beindar í. Men tað arbeiðið verður ikki gjørt í ár, tí tað hevði oyðilagt býarlívið at stongt miðbýin so leingi, sigur Bogi Haraldsson á teknisku deild.
? Vit eru vitandi um trupulleikarnar av at órógva ferðsluna og miðbýarlívið. Men tað er neyðugt at gera ábøturnar á kloakkskipaninia í býnum ? til fyrimunar fyri umhvørvið, fólksins trivna, umdømi býarinnar bæði burturi og heima og ferðavinnuna, sigur hann. Stóð tað upp til verkfrøðingarnar, varð alt økið stongt allatíðina, meðan arbeiðið varð framt. Tað ber tó ikki til, og tí verður ferðslan bert tarnað, sigur hann.