Kloakkir út á sjógv í Skálavík

Lívið í Stórá í Skálavík er nógv broytt, síðan kommunan fór undir at veita kloakkirnar í bygdini úr ánni og út á sjógv. – Hetta er eitt arbeiði, sum byrjaði fyri nøkrum árum síðan, og nú er meginparturin av ánni rein fyri kloakkvatn, sigur umsjónarmaðurin, Palli á Lava Olsen, sum fegnast um, at áin aftur kann vera eitt gevandi spælipláss hjá børnum í bygdini og børnum, sum koma til bygdar

SKÁLAVÍK

Eins og fleiri aðrar kommunur, hevur Skálavíkar kommuna eisini tikið trupulleikan við kloakkviðurskiftum í bygdini í stórum álvara. Ein góðkenning av, hvussu ætlanin er at loysa hesi viðurskifti, skal fyriliggja í seinasta lagi hin 1. januar í 2011, og fyri 1. januar 2015 skulu allar kloakkir verða beindar úr áum og út á sjógv.
- Hetta arbeiði byrjaði fyri nøkrum árum síðan, og vit eru langt frammanfyri tíðina til at loysa hesi viðurskifti. Fyri eini fimm árum síðan keypti kommunan ein 3 tons stóran rennigravara, og síðan hava vit grivið nakrar metrar av kloakk, tá hetta hevur passað inn í arbeiðsdagin annars.
Tað sigur umsjónarmaðurin hjá Skálavíkar kommunu, Palli á Lava Olsen.

Nærkast málinum
- Tað er tungt arbeiði at grava við hond, og trupult er at fáa fólk at gera tað. Tað er eisini kostnaðarmikið at fáa entreprenørar at gera slíkt arbeiði, og tí valdi kommunan sjálv at keypa eina maskinu í hóskandi stødd, soleiðis at hendan ger minsta skaða á bø og lendið annars.
Umsjónarmaðurin vísir á, at viðurskiftini í Skálavík vóru soleiðis, at kloakkir runnu í Stórá og í smáar løkir, sum allir endaðu í ánni.
- Nú eru faktiskt bara teir seinastu umleið 75 metrarnir eftir frá sjónum og niðaneftir, sum ikki eru lagdir úr ánni og út á sjógv. Tá verkætlanin hjá Eileri Jacobsen fór í gongd, settu vit okkum fyri at leggja 8 tummarør til arbeiðsøkið, har byggingin fer fram, og við hesum er Innari Dalur eisini vorðin partur av skipanini.
Palli sigur, at øll suðursíðan av bygdini og alt sunnanfyri ánna fer nú út á sjógv, eins og Innari Dalur eisini er við.
- Soleiðis er nú bara landnyrðingsparturin av bygdini eftir at fáa út á sjógv, leggur hann aftrat.

Góð livilíkindi
Umsjónarmaðurin sigur, at lívið í Stórá og smáu og tilhoyrandi løkjunum er ómetaliga nógv broytt, síðan kloakkirnar vórðu førdar út á sjógv.
- Áin er ikki at kenna aftur og er nú stúgvandi full av sílum, sum hann tekur til.
Palli á Lava Olsen fegnast um, at børnini í bygdini og børn, sum koma til bygdar, aftur kunnu spæla í ánni.
- Børnunum dámar væl at spæla í ánni, og um sumrarnar eru tað mong, ið hava ánna sum sítt spælipláss. Ja, eg kann næstan siga, at børnini liva og doyggja í ánni, tá veðrið er gott, sigur umsjónarmaðurin hjá Skálavíkar kommunu, sum eisini fegnast um, at fjøran í Skálavík er vorðin nógv reinari, síðan IRF kom í oynna.