Í næstu viku fara tey í Kvívíkar kommunu í holt við at gera kloakkina í Kvívík lidna. Tað fyrsta, sum farið verður í holt við, eru húsini, sum liggja millum Áarvegin og Víkarvegin.
- Fyrst verður grivið í Áarvegin, og eitt reinsiverk verður lagt niður í vegin her, eins og leiðingin tvørtur um ánna skal gerast liðug.
Tað siga tey í Kvívíkar kommunu.
- Byrjað verður við niðastu húsunum. Síðan verður arbeitt niðaneftir. Meðan arbeiði verður gjørt, er Áarvegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring.
Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í næstu viku, men væntandi fer arbeiðið ikki at taka so langa tíð.
- Men, tað er ikki til at vita, hvørjar forðingar kunnu vísa seg, meðan arbeiðið verður gjørt.
Kvívíkar kommuna hevur gjørt avtalu við eina fyritøku um at gera arbeiðið.
- Vit vóna, at borgarar fara at bera yvir við, at forðingar verða í ferðsluni, bæði koyrandi og gangandi, meðan arbeitt verður, verður lagt aftrat.