So sæst endiliga ein endi á pláguni av kloakkluktinum í miðbýnum í Havn. Kloakkirnar í Tróndargøtu og Bringsnagøtu eru í ringum standi og íbúgvar í økinum hava leingi havt trupulleikar av hesum.
Í sambandi við kloakkirnar í Tróndargøtu hevur umsitingin saman við ráðgeva kannað og skrásett kloakkirnar frá Jóannesar Paturssonar gøtu til Bøgøtu.
Tá tað er nógv handilsvirksemi í økinum, er átrokandi at fáa møguleikan at byrja beinanvegin, fyri at arbeiðið kann verða komið væl ávegis áðrenn ólavsøku og verða liðugt áðrenn jólasølan byrjar.
Ein treyt í útboðnum er, at grevstrararbeiðið verður gjørt í samráð við handilsfelagið í miðbýnum soleiðis, at tað órógvar virksemi í økinum sum minst.
Fíggjartørvur fyri verkætlanina er mettur til 2,6 mió. kr. Hetta varð einmælt samtykt í býráðnum í farnu viku.
Í sama sambandi verður farið undir at gera klárt til at dagføra kloakkirnar í Bringsnagøtu. Arbeiðið er átrokandi, tí nógv matstovuvirksemi v.m. er í økinum.
Samlaði fíggjartørvurin fyri arbeiðið at gera prosjekt klárt til útbjóðing er mettur til kr. 280.000,- Henda upphædd varð einmælt játtað á býráðsfundi í farnu viku.