Kloakk temadagur í Klaksvík

Tann 6. september bjóðar Klaksvíkar kommuna, saman við danska felagnum Aarsleff, til temadag. Endamálið við degnum er at vísa nýggjar arbeiðshættir innan skráseting og umvæling av leiðingum til drekkivatn, regnvatn ella spillvatn, soleiðis at leiðingar og rør kunnu umvælast á ein bíligari hátt, uttan at grava niður á leiðingina.

 

Á skránni hendan dagin verða framløgur frá ymiskum fyritøkum og stovnum, sum dagliga arbeiða og ráðgeva innan kloakkviðurskifti. Á degnum ber til at síggja, hvussu nýggjasta tøknin ger tað møguligt at skráseta og gera støðumetingar av leiðingum, skrivar Klaksvíkar kommuna á klaksvik.fo.

 

Starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu koma at greiða frá arbeiðinum við at umvæla kloakkir í kommununi. Fyritøkan Aarsleff fer at vísa, hvussu teir bjálva leiðingar, og har koma teir somuleiðis inn á eina verkætlan, sum verður gjørd í Klaksvík í næstum. Aðrar fyritøkur, sum eisini eru við á degnum, eru Munin, SMJ, Fílurin, Elcon og Umhvørvisstovan.

 

Temadagurin er fyri kommunur, vinnu, ráðgevar og teimum, ið hava áhugað og arbeiða við kloakkviðurskiftum.

 

Tilmelding fer fram umvegis www.atgongumerkid.fo 

 

Freistin at boða frá luttøku er 23. august, skrivar klaksvik.fo..