KLM góðtekur vápn umborð

Niðurlendska flogfelagið KLM hevur nú slakað fyri amerikanska kravinum um at hava vápnaðar vaktarmenn umborð á flogførum, sum flúgva til og úr USA.

Sambært niðurlendska sjónvarpinum hava vaktarmenn hjá KLM verið til venjing í Ísrael og Týsklandi, og ætlandi fara teir fyrstu umborð á KLM-flogførini í næsta mánað. Sum skilst skulu hava einans hava skammbyrsu uppi á sær, og tær skulu løðast við gummikúlum ella doyvandi evnum.

Frammanundan hava bretska British Airways og franska Air France játtað at hava vápnaðar vaktarmenn við flogførunum, sum flúgva til og úr USA. Tað týska Lufthansa hevur ikki svarað alment, men týskir fjølmiðlarnir vilja vgera við, at felagið hevur longu vápnaðar vaktarmenn umborð flogførunum, sum flúgva til USA.