Nevaleikar
Klitschko hevði ongar stórvegis trupulleikar av Kevin Johnson, og nú er ukrainksi WBC-meistarin til reiðar at fara í ringin móti Haye.
Dreymadysturin móti beiggjanum, Wladimir Klitschko, sum er er WBO- og IBF-meistari, kemur ikki upp á tal, og tí er tað náttúrligt, at Haye er næsta málið.
- Eg eri til reiðar at møta Haye, og lat okkum bara fáa dystin á skránna í vár. Eg eri ikki í iva um, at bæði beiggi mín og eg buka hann av, sigur Vitali Klitschko.
Tað er tó ivasamt, um dysturin kann setast á skránna longu í vár. 29 ára gamli Hay skal í øllum førum verja sítt HM-heiti móti amerikanska John Ruiz, áðrenn hann sleppur í ringin móti Klitschko. Tí kann væl verða, at næsti mótstøðumaðurin hjá Klitscchko verður Odlanier Solis av Cuba.
Solis, sum vigar 120 kilo, vann OL-gull sum amatørur, og hann verður lýstur sum ein boksari, sum slær sera hart, og sum tí er sera vandamikil, hóast hann ikki er heilt so kendur.