Leygarkvøldið skal Vitali Klitschko – stóribeiggi at Vladimir Klitschko – skal leygardagin striðast móti WBC-heimsmeistaranum, Samuel Peter. Men longu tá boksararnir skuldu vigast í gjár, tók Klitschko fyrsta stikkið, tá hann tók HM-beltið úr føvninginum á Peter, sum gjørdist illur av hendingini. Og tá báðir so togaðust um beltið, slepti Klitschko brádliga, soleiðis at Peter fór bóltandi afturav. – Hatta fært tú afturlønt leygarkvøldið, segði heimsmeistarin, táhann í øðrini fór avstað. Og umboðsmaður hansara, Dino Duva, legði afturat, at Vitali væl kann fyrireikað seg til at fáa beltið upp í ein ávísan likamspart.









