Ukrainski Vitali Klitschko vann í gjárkvøldið upp á tekniskt konockout í 10. umfarinum, tá hann vardi HM-heiti hjá WBC í dysti móti mexicanska Cristobal Arreola. 38 ára gamli Klitschko var betri boksarin frá fyrsta umfari, og eftir dystin segði hann, at hann hevði væntað sær meira mótstøðu frá 28 ára gamla avbjóðaranum. Arreola hevði ongan tíð tapt nakran dyst í tungvekt, áðrenn hann í gjár møtti sínum yvirmanni í Klitschko, sum annars gavst við nevaleikinum í 2005, men sum í fjør gjørdi av at royna seg aftur.