Wladimir Klitschko vann í gjár ein lættan sigur á Jean-Marc Mormeck og er sostatt framvegis eigari av WBA, IBF, IBO og WBO beltinum í tungvekts nevaleiki. Tað tók nevaleikaranum úr Ukreina bara fýra umfør at sláa avbjóðarin úr Fraklandi í gólvið.
35-ára gamli Wladimir Klitschko vann dystin lættliga og Jean-Marc Mormeck var lítið verdur sum mótstøða. Wladimir Klitschko segði undan dystinum at hann fór at vinna í fjórða umfari og tí lyftinum helt hann.
Hetta er 50. ferð, at Wladimir Klitschko hevur vunnið við at sláa mótstøðu mannin í gólvið. Hann hevur samanlagt vunnið 57 dystir og tapt tríggjar. Eldri beiggin, Vitali Klitschko, vardi fyri tveimum vikum síðani sítt WBC beltið móti enska Derek Chisora.










