Løgreglan í Norðurøkinum, tað vil siga Norðoyggjar og Eysturoynni, hevur í nátt verið úti og klipt plátur av bilum, har viðurskiftini ikki vóru í lagi.
Tilsamans klipti løgreglan sekstan plátur av bilum í Norðoyggjum og Eysturoynni.
Tað er vanliga Akstovan, ið heitir á løgregluna, um at klippa plátur av bilum, har eigarin ikki hevur hildið sínar skyldur.
Hesaferð klipti løgreglan plátur av bilum, har viðurskiftir viðvíkjandi sýn, trygging, veggjald og umskráseting ikki vóru í rættlag.










