Klippikortini á SSL hvørva

Strandfaraskip Landsins fara nú at avtaka gomlu 10-túra klippikortini.

Strandfaraskip Landsins fara nú at avtaka gomlu 10-túra klippikortini. Orsøkin er, at so long tíð er liðin, síðani nýggja ferðaseðlaskipanin varð tikin í nýtslu.

 

Hetta merkir, at eftir hin 01. desembur 2015 ber ikki til longur at nýta klippikort umborð á skipunum hjá strandferðsluni.

 

- Tey, ið liggja inni við gomlum óbrúktum klippikortum, kunnu venda sær til Farstøðina í Tórshavn ella høvuðsskrivstovuna á Tvøroyri við kortunum. Virði av óbrúktum klippum minus 50 kr verður flutt á eitt virðiskort, sum kann nýtast á øllum Bygda- og Oyggjaleiðum, skrivar Strandferðslan.

 

Klippikortini verða endurgoldin fram til 31. desembur, eftir hendan dag fellur virðið burtur.