Nýggja danska ferðslulógin, har bilførarar kunnu fáa eitt klipp í koyrikortið, um teir koma øðrum í ferðsluni í vanda, virkar so væl at longu hálvanannan mánað seinni segði René la Cour Sell, stjóri fyri Rådet for Større Færdelssikkerhed: "På baggrund af de første erfaringer med det nye klippekort vurderer vi at man i løbet af det første år med det nye klippekort vil opleve et fald i antallet af dræbte og tilskadekomne på mindst 25 prosent. Tal fra Vejdirektoratet viser, at gennemsnitshastigheden på de danske veje også er faldet".
Hóast lógin fyri mong virkar órímiliga strong, taka fólk væl undir við henni. Í veruleikanum er ikki talan um eitt kort, sum klipt verður í, men um elektroniska viðgerð.
Tað skal lítið til fyri at fáa eitt klipp í kortið, sum t.d. um ein verður tikin fyri at koyra við 30 prosent meira ferð enn ta hægst loyvdu, koyra út fyri reytt ljós, koyra ov nær við bilin framman fyri, yvirhála á fótgangarateiginum, ikki at halda víkipliktirnar og at børn undir 15 ár ikki sita í trygdarbelti í bilinum.
Spirituskoyring hoyrir ikki við til klippikortskipanina. Har er lógin eisini munandi strangari enn áður. Orðið promillukoyring stendur als ikki í lógini meira. Um ein persónur verður tikin við meira enn 0,50 promillu í blóðinum, er mildasti straffurin treytað frádøming av koyrikortinum. Alt eftir hvussu nógv er í blóðinum, er talan um stórar bøtur, fongsilsstraff og frádøming av koyrikortinum í minsta lagi 3 ár.
Stjórin í Rådet for Større Færdselssikkerhed segði um lógina, tá hon varð sett í gildi, at klippikortið og tær herdu revsiatgerðirnar fyri spirituskoyring eru tvey ógvuliga týðandi tiltøk fyri at betra um ferðslutrygdina á vegunum. Hann roknaði við, at tann fyribyrgjandi ávirkanin fór at vera sera effektiv og fór at fáa positiva ávirkan á talið av skaddum og deyðumí ferðsluni. Samstundis er lógin eitt signal um, at tað als ikki verður góðtikið at fólk koyra ávirkaði av rúsrekka og koyra við ov nógvari ferð. Nýggja lógin er við til at forma ferðslupolitikkin í framtíðini, segði stjórin í Rådet for Større Færdselssikkerhed um nýggju ferðslulógina, ið vísir seg at bjarga fleiri mannalívum.
Myndatekstur:
(klippikortið)
Fólk taka sum heild væl undir við donsku ferðslulógini um klippikort, sum kom í gildi 1. september í ár. Talan er ikki um eitt kort, sum klipt verður í, men um elektroniska viðgerð
(mynd við nógvum bilum)
At koyra ov nær bilinum framman fyri, kann geva eitt klipp í koyrikortið