Klippið runnar og trø móti vegi

Nú byrjar várvøksturin at síggjast, og tí heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

Kommunan fær tíverri mangar áheitanir frá løgregluni og borgarum um trø og runnar, sum eru til ampa og vanda runt í býnum. Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur.

 

Løgreglan kann eftir samráð við kommununa krevja, at trø og runnar og annar vøkstur verða stívd, sneidd ella snøggað. Um boðini ikki verða aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri grundeigarans rokning.

 

Hetta skalt tú millum annað minnast til:

 

  • Tú skalt klippa ájavnt við mark
  • Yvir gongu- og súkklubreyt skal fríhæddin vera 2,5 metrar
  • Hæddin yvir koyrivegi skal vera 4,2 metrar - og tá skal fyrivarni takast fyri, at regn kann tyngja greinarnar niður

 

##med2##

 

Somuleiðis skalt tú altíð virða markið móti tínum grannum. Plantar tú til dømis runnar ella aðra girðing, mást tú minnast til at staðseta teir á tínum egna matrikkli og klippa teir soleiðis, at teir ikki eru til ampa fyri grannan.

 

Á síðu okkara um garðar, hegn og gongubreyt finnur tú reglur um girðingar og leiðbeiningar, ið taka atlit til tínar grannar. Her finnur tú eisini faldara okkara við neyvari leiðbeiningum um, hvussu frástøðan til grannamarkið eigur at vera, tá tú plantar trø.