Klippfisk spennir seg út

Komandi tíðina verða heldur øðrvísi filmar sýndir, ið ein annars ikki sær í føroyskum biografum. Klippfisk hevur tikið stig til at sýna klassiskar filmar ókeypis Klippfisk hevur innrættað eitt høli til biograf við uppvørpu, góðum ljóðanleggi, stórum lørifti og so framvegis. Og her verða filmar sýndir komandi tíðina.

Filmarnir, ið sýndir verða, eru filmar, ið annars ikki eru at síggja í Føroyskum biografum. Klassikarar, filmar úr øðrum londum enn Amerika og sokallaðir smalir filmar.

 

Í kvøld klokkan 20.00, verður fyrsta ókeypis sýningin á skránni, og verður tað í J.H.Schrøtersgøtu 5 í Havn.

 

Tað er russiski fantasy-thrillarin Nochnoy dozor (Night Watch (2004)), ið verður sýndur. Filmurin verður sýndur við enskum undirtekstum.

 

Áðrenn sýningina greiðir Birgir Kruse frá um filmin, og tilber at keypa sær okkurt leskiligt afturvið.

 

Leinkja til filmin er her: www.imdb.com/title/tt0403358/