Klippfisk á ferð

Í døgunum 1. til 10. apríl fáa føroyingar ein forkunnugan møguleika at vera vitni til føroyska filmslist, soleiðis, sum hon skal njótast.

 

Maria Winther Olsen og Rógvi Rasmussen, sum dagliga starvast á filmsverksmiðjuni Klippfisk, hava tikið stig til at savna saman átta føroyskar filmsframleiðslur, allar framleiddar innan seinasta árið.

 

- Føroyska filmslistin virkar innan sera avmarkaðar karmar, og hjá evnaríku og eldhugaðu framleiðarunum er tað flest altíð hugurin, ið drívur verkið. Hetta viðførir, at tað sjáldan er fíggjarligt grundarlag fyri at sýna tað, ið verður framleitt, í biografum ella tí, sum líkist, siga fyrireikararnir í skrivi.

 

Tí hava Maria og Rógvi gjørt av, at tíðin er búgvin at sýna fram tað, sum kreftirnar innan fakið hava at bjóða. Tey fara at ferðast kring landið at seta karmarnar til eitt biografkvøld upp, har fólk kunnu keypa atgongumerki til at síggja hesar átta filmarnar, sum eru ymiskir í longd, tema og framleiðsluhátti.

 

Ferðaætlanin sær soleiðis út:

1. apríl - Oyrarbakki, Eydnan

2. apríl - Runavík, Løkshøll

3. apríl - Klaksvík, Atlantis Bio

4. apríl - Vestmanna, Staðið

5. apríl - Miðvágur, Miðvágs skúli

6. apríl - Vágur, Vágs skúli

7. apríl - Tvøroyri, Seglloftið

8. apríl - Nólsoy, Royndarhúsið

9. apríl - Skálavík, Depilin

10. apríl - Tórshavn, Havnar Bio

 

Fólkið handan filmarnar eru bæði væl etableraðum listafólk við drúgvum royndum innan fakið, eins og blaðungum aspirantum, sum stremba eftir at gera seg galdandi á stóra løriftinum.

 

Skráin, ið kvøldini hava at bjóða, sær út sum fylgjandi:

 

A Hipstory – Heiðrik Á Heygum

Svartideyði – Rani Petersen

Ein Vitjan – Nóllywood

Einsemi – Skeið fyri framhaldsflokkar

Mist – Annika Á Lofti

Ongin Konflikt – Bjarki Thomsen

Gló(ð) – Sára Wang & Maria Winther Olsen

Summarnátt – Sakaris Stórá

 

Allar sýningar byrja kl. 19:00, og atgongumerki fáast ein tíma undan sýning fyri 60 krónur, men til sýningarnar í Havn og í Runavík eru atgongumerki eisini at fáa á leinkjunum niðanfyri:

 

var.ebillet.dk/bpw/den/listtt.asp

 

bio.fo/Default.aspx

 

Mynd: Skermprent úr filminum A Hipstory hjá Heiðriki á Heygum