Tað var fyrrapartin í gjár, at løgreglan kannað ferðina hjá ferðsluni í Vágatunlinum. Tað vísti seg, at ta løtuna, løgreglan máldi, koyrdu 11 akfør skjótari enn loyvt er. Tað kostar eina bót at koyra ov skjótt, men koyrir tú meira enn 20 km/t ov skjótt, so fært tú klipp í koyrikortið, og koyrir tú meira enn 30 km/t ov skjótt, so fært tú treytaða frádøming av koyrikortini.
Í Vágatunlinum í gjár fingu fýra bilførarar kipp í koyrikortið, og ein bilførari stendur til treytaða frádøming av koyrikortinum, hann koyrdi 117 km/t. Hinir koyrdu ávikavist 104, 106, 107 og 11 km/t. Tá løgreglan mátar ferðina, trekkja tey 3 prosent frá fyri at útlíkna møgulig frávik í mátingini.
Ein bussur, eins og aðrir stórir bilar, sum krevja stóra koyrikortið, kunnu koyra í mesta lagi 70 km/t á landsvegi í mun til aðrar bilar, sum kunnu koyra 80 km/t. Í bygdum øki er markið tað sama, 50 km/t.











