Klipp: Eksotiskir filmar

TÍÐINDASKRIV

Fátt kann sum filmur geva innlit í fjarløgd samfeløg. Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, fer nú at sýna tveir sjáldsamar filmar, ið lýsa so fjar samfeløg sum Taipei á oynni Taivan og bygdalagið Champaner í Gujarat í India.
Tó, tá vit síggja hesar filmar koma vit skjótt eftir, at søgurnar eru heimligar, hóast smálutir eru fremmandir. Góðar søgur kenna ikki landamørk.
Í teivanska filminum "Yi Yi - familjudreymar" verður gerandislívið lýst á einum skaldabornum máli í einum nútimans parti av Asia, sum vit lættliga kenna okkum aftur í. Hesin filmur verður sýndur 4. november.
Í indiska filminum "Lagaan" verða søguligar hendingar, hjálandaveldi og frælsisandi, kærleiki og sangleikur, latin úti ein stóran, kókandi jólapott, sum Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, borðreiðir við í advent. Hesin filmur verður sýndur 2. desember.
Báðar sýningarnar verða í Høllini í Norðurlandahúsinum klokkan 19.30.