Havnar Sjónleikarfelag er farið undir at seta upp barnaleikin ?Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini? eftir Thorbjørn Egner
Venjingar til leikin eru byrjaðar og er tað Egi Dam, sum leikstjórnar.
Søgan um Klintrimús, Skógmús-Mortan, Bamsu-Pól, Mikkjal Rev og øll hini dýrini er sjónleikur fyri børnini men eisini fyri foreldrini - ein søga, sum á einfaldan hátt fortelur okkum, at vit skulu vera góð við hvønn annan.
Sjálvur sigur Thorbjørn Egner: ? Í Valbakkaskóginum finnur tú eins og í okkara stóru verð, ein longsul eftir friði og tryggleika og virðing fyri hvørjum øðrum.
Flestu vaksnu kenna søguna frá frálíka barnaútvarpsleikinum frá 1970?unum, og mong vóru tey, sum glað leitaðu til Kvívíkar at síggja leikin.
Nú verður so møguleiki at síggja Klintrimús og øll hini aftur, tá Havnar Sjónleikarafelag fer á pall við leikinum seinast í oktober.










