Suðuroyar Sjónleikarafelag sá dagsins ljós í samband við, at mentanarhøllin Salt stóð liðug á Drelnesi, og farið varð undir eina suðuroyarkabarett, ið varð væl fagnað.
Nú fer felagið undir leik og ævintýr.
Seinast vóru tað politikkarar og aðrar fínar týpur. Nú fara vit inn í ein ævintýra heim har ALT er møguligt.
Næsti leikurin verður; Klintrimús og hini djórini í Valdbakkaskóginum eftir Thorbjørn Egner. Leikstjóri verður Klæmint H. Isaksen og pallsniðgevi verður Nicolaj Falck, skrivar ein av oddafiskunum í felagnum, Marian Johansen, á facebook.
Droymur tú kanska um at sleppa at standa á einum palli sum sjónleikari, ella dámar tær at seyma, sminka, smíða, spæla tónleik, gera ljós og ljóð. so er tað NÚ, at tú fært møguleikan at verða ein partur av tí litríka og stuttliga hópinum, ið longu er virkin í Suðuroyar Sjónleikarafelag. Venjingarnar og framførslunar verða í SALT, og má sigast, at vit hava nakrar framúr góðar umstøður at gera gott teatur, skrivar Mariann Johansen.









