Fyrr í ár var tað upp á tal, at týski venjarin Jurgen Klinsmann skuldi verða nýggjur venjari í enska felagnum Chelsea. Klinsmann hevur nú sjálvur tosað alment um hetta. Hann vildi tó ikki taka av tilboðnum frá enska felagnum, tí tað hevði havt ov stóra ávirkan á familjuna.
- Eg hevði verið noyddur at flyta aftur til Europa, og tað vildi eg ikki bjóða familjuni, sigur Klinsmann, ið er búsitandi í USA.
Ístaðin gjørdist tað so Jose Mourinho, sum helt fram sum venjari í felagnum.