Klinsmann vil ov nógv

Leiðslan í týska stórfelagnum FC Bayern stuðlar framvegis venjaranum í felagnum, Jurgen Klinsmann, hóast úrslitini var verið misjøvn seinastu vikurnar.

- Hann vil náa alt beinanvegin, men Rom varð ikki bygdur eftir einum degi. Hann brúkar nógva tíð í felagnum, og eg havi sagt við hann, at hann skal sova eitt sindur longri onkrar morgnar, sigur Uli Hoeness, stjóri í Bayern.