Fyrrverandi stórspælarin hjá Týsklandi, Jügen Klinsmann, stóð seg framúr væl, tá hann í summar var venjari hjá týsku silvurvinnarunum í HM-kappingini. Ein trupulleiki hevur tó støðugt verið, at Klinsmann býr í USA, og mett varð, at hetta var ein av orsøkunum til, at hann steðgaði sum landsliðsvenjari eftir HM. Síðani hevur USA roynt at fingið væl umtókta venjaran í sín part, men hetta er tó ikki eydnast. – Eg havi tosað við fótbóltssambandið um hetta, men mítt navn er ikki longur á listanum. Eg tími ikki at fara í smálutir, men eg vil ynskja einum nýggjum amerikonskum landsliðsvenjara alt tað besta, sigur Klinsmann sjálvur.